Apple bót fyri ikki at geva løðara við

Apple bót fyri ikki at geva løðara við
Myndugleikarnir í Brasil hava givið fyritøkuni milliónabót, tí hvørki løðari ella smátalarar fylgja við iPhone 12
 
23.03.2021 - 07:09

Brasilskir myndugleikar hava givið tøknirisanum, Apple, meira enn 11 milliónir krónur í bót, tí felagið í fjør koyrdi nýggju iPhone12 á marknaðin uttan at leggja løðara saman við telefonini.

Tá telefonin varð send út á marknaðin avgjørdi Apple, at hvørki løðari ella oyratelefonir skuldu fylgja við. Apple kann kæra dómin, skrivar tek.no

Minni dálking kann ikki prógvast

Grundgevingin var, at flestu brúkarar hava fleiri USB-løðarar heima, og at tað fór at minka um dálkingina og gera eskjuna, sum telefonin liggur í, minni.

Brasilsku myndugleikarnir siga, at Apple hevur ikki kunnað prógvað, at broytingin hjá teimum hevur nakra ávirkan á umhvørvið, og at avgerðin er brot á brasilska brúkaraverndarlóg.

– Apple má virða og skilja brasilskar brúkaralógir og stovnar, sigur Fernando Capez, stjóri í brúkarastovninum, Procon-SP, sum eisini gav Apple bót fyri at villeiða brúkarar um, hvussu vatntøtt iPhone er, skrivar Macrumors.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364