Keyptu klæðir og skógvar sum ongantíð

Keyptu klæðir og skógvar sum ongantíð
Umsetningurin av hesum vørum vaks 20 prosent síðsta ársfjórðing í fjør
Stórur vøkstur var í klædnasøluni í fjør
Mynd: Hagstovan  
 
26.03.2021 - 11:43

Korona tykist ikki at ávirka keypihugin hjá føroyingum.

Hinvegin benda tølini á, at handlar, sum hava við smásølu, hava havt úr at gera, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Føroysku húsarhaldini keyptu keyptu nógv meira av vanligum gerandisvørum annan, triðja og síðsta ársfjórðing í fjør, enn sama tíðarskeið í 2019.

Størsti vøksturin í fjórða ársfjórðinginum var í vørubólkunum klædnavørur og fótbúnaður, har umsetningurin vaks 20 prosent.

Um føroyingar keyptu sær meira jólastás til jóla 2020 enn til jóla 2019, siga tølini onki um

Skerdir møguleikar at keypa uttanlands

Men korona hevur millum annað havt við sær, at møguleikar at keypa jólagávur uttanlands, hava verið munandi skerdir í 2020 samanborið við undanfarin ár.

Hetta er ivaleyst ein orsøk til, at føroyingar keyptu nógv meira klæðir og skógvar í Føroyum ennl sama tíðarskeið í 2019, sigur Hagstovan.

Tað varð eisini selt meira av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í fjórða ársfjórðingi í fjør. 15 prosent meira enn sama tíðarskeið í 2019.

Sølan av matvørum og alkoholfríum drykkjuvørum var 11 prosent størri seinasta ársfjórðingin í fjør, enn um somu tíð fyrraárið.

Samanumtikið er eftirspurningurin eftir klædnavørum og fótbúnaði, húsbúnaði og húsarhaldsútgerð, og mati og alkoholfríum drykkjuvørum í miðal vaksin 10 prosent frá 2019 til 2020, vísa tølini hjá Hagstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162