Fyrru FM-finalurnar í flogbólti í dag

Fyrru FM-finalurnar í flogbólti í dag
Fyrru FM-finalurnar í flogbólti verða spældar í dag. SÍ og Dráttur hittast hjá kvinnum og Mjølnir og ÍF hjá monnum. KVF stroymir dystirnar á kvf.fo
SÍ og Dráttur bresta saman í FM-finalunum við kvinnum
 
01.04.2021 - 09:20

Tað verða endurtøkur av steypafinlunum, tá fyrru FM-finaludystirnir í flogbólti verða spældir í høllini á Hálsi í dag.

SÍ og Dráttur bresta saman hjá kvinnunum og hjá monnunum spæla Mjølnir og ÍF. Dystirnir eru ávíkavist klokkan 15.00 og 18.00, og Kringvarpið stroymir teir á heimasíðuni, kvf.fo.

Sørvágskvinnur vunnu steypafinaluna 3-2, men seinasta landskappingardyst millum liðini vann Dráttur 3-2, so lagt er upp til tvær spennandi finalur millum grannarnar úr Vágum.

Hjá monnum spæla Mjølnir og ÍF. Tey bæði eru mest vinnandi liðini í føroyskum mansflogbólti og hava eisini verið nógv tey bestu í kappingini í ár. 

ÍF vann steypafinaluna 3-2 móti klaksvíkingum, sum óivað hava aðrar ætlanir, nú FM-finalurnar eru á skránni.

Tvær finalur verða spældar hjá bæði kvinnum og monnum - tær fyrru i dag og hinar leygardagin - og vinna liðini hvør sín dyst verður alt avgjørt í einum sokallaðum gullsetti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360