Drepandi tøgn um kynsligan ágang móti børnum

Drepandi tøgn um kynsligan ágang móti børnum
Misnøgd við dóm í pedofilimáli. Tiltak á Vaglinum í dag
Av Vaglinum í dag.
 
02.04.2021 - 15:10

Eftir døgurða í dag skipaðu felagsskapirnir Verjið børnini og Steðgið pedofili í Føroyum fyri einum tiltaki á Vaglinum í Havn.

Felagsskapirnir eru misnøgdir við dómin, trý ára fongsulsrevsing, sum ein maður fekk í Føroya rætti týsdagin. Hann varð dømdur fyri pedofili.  

Millum annað vórðu føroysk fløgg við ákriftini SOS sett á Tinghúsvøllin. 

Endamálið er at vísa samkenslu og virðing fyri øllum børnum í Føroyum, sum hava borið drepandi tøgnina – og enn gera tað – um kynsligan ágang.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026