Landsverk: Ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum

Landsverk: Ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum
Hált er um alt landið, eru boðini frá Landsverki
Her er ikki koyrandi, ávarar Landsverk
 
05.04.2021 - 12:12

"Hált er um alt landið. Jarðrok er í ælunum. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum. Koyrið varliga."

So ítøkilig eru boðini frá Landsverki, nú kuldin knappliga rakti okkum við høgætt. Og onki bendir á, at tað verður frægari næstu dagarnar, tí veðrið er so at siga tað sama í morgin. Í kvøld og í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, men upp í skrið, har tað er ábært, serliga í Norðoyggjum. Framvegis samdrigið, men tað verður longri millum ælini.

Fyrrapartin í morgin framvegis frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og samdrigið við kavaælum. Og tað verður millum frostmarkið og 6 kuldastig alt samdøgrið.

 

Boð frá Landsverk um hálku

Boðini frá Landsverki eru hesi: 

Á Sandavágshálsi - 12:10: Boðað verður frá hálku.
Klaksvík - 12:10: Roknast kann við hálku.
Oyndarfjarðarvegurin, Heltnin - 12:10: Boðað verður frá nógvum vindi í hvirlunum upp til, (26 m/s)
Kambsdalur - 12:10: Roknast kann við hálku.
Dalavegur til Viðareiðis - 12:10: Roknast kann við hálku.
Streymnes - 12:10: Roknast kann við hálku.
Kaldbaksbotnur - 12:05: Roknast kann við hálku.
Norðuri í Sundum, Kollaf - 12:10: Roknast kann við hálku.
Ørðaskarð, Fámjinsvegur - 12:09: Roknast kann við hálku.
Norðskálatunnilin - 12:10: Roknast kann við hálku.
Høgareyn - 12:10: Roknast kann við hálku.
Gjáarskarð - 12:05: Boðað verður frá nógvum vindi í hvirlunum upp til, (31 m/s)
Gjáarskarð - 12:05: Boðað verður frá hálku.
Vatnsoyrar - 12:10: Roknast kann við hálku.
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 12:10: Boðað verður frá nógvum vindi í hvirlunum upp til, (26 m/s)
Gøtueiði - 12:10: Roknast kann við hálku.
Sund - 12:10: Roknast kann við hálku.
Tjørnuvík - 12:10: Boðað verður frá nógvum vindi í hvirlunum upp til, (29 m/s)
Tjørnuvík - 12:10: Roknast kann við hálku.
Við Velbastaðháls - 12:06: Boðað verður frá nógvum vindi í hvirlunum upp til, (28 m/s)
Við Velbastaðháls - 12:06: Boðað verður frá hálku.
Porkerishálsur - 12:10: Boðað verður frá nógvum vindi í hvirlunum upp til, (29 m/s)

 

Til ber at halda seg dagførdan við veðurlíkindini á hesari heimasíðu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392