Hvalbiartunnilin letur upp 8. mai

Hvalbiartunnilin letur upp 8. mai
Ætlanin var annars, at tunnilin skuldi lata upp fyri ferðslu nú í apríl
 
06.04.2021 - 12:25

Leygardagin 8. mai letur nýggi Hvalbiartunnilin upp. Tað sigur Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, í dag við útvarpið.

Í januar var ætlanin at tunnilin skuldi lata upp nú í apríl, men onkrir lutir til stýrisskipanina mangla enn, og teir koma ikki til landið fyrr enn seinni í mánaðinum.

Tað sigur Sigurð Lamhauge. Orsøkin er, at koronufarsóttin hevur ávirka veitingarnar hjá arbeiðstakarunum, og tí er hetta seinkað.

Tá teir lutirnir sum mangla í, eru komnir, skal skipast fyri trygdarvenjingum, og hesar skulu eisini eftirmetast áðrenn tunnilin letur upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717