ES stevnir AstraZeneca

bannari
ES stevnir AstraZeneca
ES-nevndin sigur, at heilivágsfyritøkan klárar ikki at útvega alt koppingarevnið, sum avtalað varð
AstraZenica skuldi vera bulurin í koppsetingini hjá ES, men í fyrsta ársfjórðingi megnaði fyritøkan als ikki at útvega avtalaðu nøgdina
 
26.04.2021 - 16:07

ES-nevndin boðar í dag frá, at hon fer at stevna svensk-bretsku heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca, skriva Ritzau og AFP.

Nevndin sigur, at heilivágsfyritøkan hevur ikki megnað at útvega so nógv koppingarevni fyri COVID-19, sum avtalað varð.

Samstundis verður heilivágsfyritøkan skuldsett fyri ikki at hava eina neyva ætlan fyri, hvussu koppingarevnið skuldi veitast.

180 milliónir skamtar

Sambært avtaluni hevði AstraZeneca bundið seg til at selja ES 180 milliónir skamtar í øðrum ársfjórðingi fyri 300 milliónir evrur.

Írski ráðharrin í heilsumálum, Stephen Donnelly, segði longu í farnu viku, at ES-nevndin fór at stevna heilivágsfyritøkuni.

Stevningin snýr seg um, at AstraZeneca ikki hevur útvegað Evropasamveldinum ta nøgd av koppingarevni, sum avtalan ásetti, sigur ráðharrin.

Heilivágsfyritøkan sigur hinvegin, at hon hevur hildið seg til avtaluna, og sigur seg vóna, at ósemjan verður loyst skjótast gjørligt, stendur í fráboðan.

Klárar ikki eftirspurningin

AstraZeneca hevur í fleiri umførum boðað frá, at fyritøkan klárar ikki at nøkta eftirspurningin.

Koppingarevnið skuldi vera bulurin í koppsetingini hjá ES, men í fyrsta ársfjórðingi megnaði fyritøkan als ikki at útvega avtalaðu nøgdina.

Øll tey 27 limalondini í Evropasamveldinum taka undir við avgerðini um at stevna AstraZeneca, skriva Ritzau og AFP.

Higartil eru 31 milliónir skamtar av koppingarevninum hjá AstraZeneca farnir út til ES-londini. Fyritøkan miðar eftir at veita ES 70 milliónir skamtar í øðrum ársfjórðingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083