Ætla at flota Ternuna í næstu viku

Ætla at flota Ternuna í næstu viku
Ternan skal royndarsiglast, áðrenn hon fer aftur í strandfarasigling
Ternan hevur staðið á sleipistøðini í Klaksvík síðani heyst. Nú er ætlanin at flota hana seinast í næstu viku
 
29.04.2021 - 12:21

Fyrst í næstu viku fær Strandferðslan at vita, nær Ternan verður klár at fara aftur í sigling.

Sum útlitini eru nú, verður Ternan flotað seinast í næstu viku, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Tá skipið er flotað, skal tað royndarsiglast. Tað er neyðugt, tí meðan skipið hevur verið á sleipistøð, er mestsum øll stýrskipanin skift. Og skipanin má roynast, áðrenn Ternan kann fara aftur í sigling, sigur stjórin.

Tí er framvegis ikki endaliga greitt, nær Ternan aftur fer í strandfarasigling.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, vil ikki gera viðmerkingar til, um tað hevði verið skjótari at umvælt Ternuna, um arbeiðið varð gjørt á eini størri skipasmiðju.

Strandferðslan hevur skyldu at bjóða arbeiðir út, og í hesum førinum hevði Klaksvíkar Sleipistøð lægsta tilboðið, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804