Fleiri skulu sleppa at gera heildarætlan

Fleiri skulu sleppa at gera heildarætlan
Tórshavnar býráð hevur samtykt, at fleiri enn tey undangóðkendu, skulu sleppa at gera uppskot um heildarætlan fyri eystara havnarøki
Heildarætlan skal gerast fyri eystara havnarøki í Havn í sambandi við, at tjóðleikhús skal byggjast har
 
03.05.2021 - 08:59

Fleiri enn tey fimm arkitektavirkini, sum Mentamálaráðið hevur undangóðkent, eiga at sleppa at gera heildarætlan um eystara havnarøki í Havn í sambandi við, at tjóðleikhús skal byggjast har.

Tað samtykti Tórshavnar býráð einmælt hósdagin.

Heðin Mortensen kom við uppskotinum.

Fíggingin skal fyri býráðið aftur, samtykti býráðið eisini.

100.000 kr.

Upprunaliga uppskotið var annars, at tey fimm ráðgevaratoymini, sum eru knýtt at kappingini um tjóðleikhúsið, fáa 100.000 krónur hvørt til at finna røttu staðsetingina og samstundis byrja at gera eina heildarætlan fyri eystara havnarøkið.

Við hesum leisti fær býráðið fimm uppskot um, hvussu økið skal skipast, og hvar tjóðleikhúsið skal vera.

Umsitingin kom við hesum uppskoti, og Byggi- og býarskipanarnevndin, Tekniska nevnd, Havnarnevndin og Fíggjarnevndin tóku undir við tí.

Men á býráðsfundinum hósdagin kom borgarstjórin við broytingaruppskotinum um, at fleiri skulu sleppa framat at koma við uppskotum um eystara havnarøki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392