Hvalbiartunnilin latin Landsverki

Hvalbiartunnilin latin Landsverki
Tunnilsarbeiðið hevur kostað 272 milliónir kr. Í morgin letur tunnilin upp fyri almennari ferðslu
Hvalbiartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu í morgin
 
07.05.2021 - 13:54

Landsverk hevur nú yvirtikið Hvalbiartunnilin frá byggifelagnum Articon, sum hevur gjørt arbeiðið. 

Ástaðarfundur var í Hvalbiartunlinum í gjár.

Articon hevur staðið fyri verkætlanini saman við undirveitarunum LNS, EM Asfalt og El-Service á Skála umframt fleiri lokalum veitarum. LBF hevur verið høvuðsráðgevi fyri verkætlanini.

Arbeiðið byrjaði 27. juni í 2019, og seinasta skotið var latið av 7. juli í fjør.

272 mió. kr.

Hvalbiartunnilin og vegagerðin í sambandi við tunnilin hava kostað tilsamans 272 milliónir kr.

Tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu í morgin, og skipað verður fyri almennum hátíðarhaldi við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin í morgin klokkan hálvgum tólv, har røður og tónleikur eru á skránni.

Tey fyrstu at koyra gjøgnum tunnilin vera systkini Allon Næs og Betta Eið, sum eru ávikavist 95 og 98 ára gomul.

Allon Næs koyrir bilin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329