Hava góðkent nýggja eftirlønargrunnin

Hava góðkent nýggja eftirlønargrunnin
Eftirlønargrunnur løntakaranna verður næststørsti pensjónsgrunnur í Føroyum, og fer at umsita 1,2 mia. kr.
Føroya arbeiðarafelag og Havnar handverkarafelag hava lagt sínar eftirlønargrunnar saman, og Kappingareftirlitið hevur nú góðkent samanleggingina
 
11.05.2021 - 08:49

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at eftirlønargrunnarnir hjá Havnar handverkarafelag og Føroya arbeiðarafelag leggja saman.

Talan er um ræðisbroyting og stóran umseting sambært kappingarlógini, og tí skuldi Kappingareftirlitið taka støðu til málið.    

Kappingareftirlitið boðar frá, at tað metir, at samanleggingin ikki gevur orsøk til ivasemi. Hon er tí góðkend.

Nýggi grunnurin, Eftirlønargrunnur løntakaranna, verður næststørsti pensjónsgrunnur í Føroyum. Hann fer at umsita 1,2 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096