Eldur í Sandoyartunlinum

Eldur í Sandoyartunlinum
Eldur er í Sandoyartunlinum sandoyarmegin, váttar løgreglan fyri útvarpinum
Sløkkiliðsbilur við Teistanum til Skopunar fyrrapartin
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
14.05.2021 - 10:16

Eldur er fyrrapartin kyknaður inni í Sandoyartunlinum. Michael Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at løgreglan í løtuni roynir at fáa yvirlit yvir støðuna. Meira enn tað kann hann ikki siga.

Ein tíðindamaður hjá útvarpinum, sum fór við Ternuni klokkan 11:15, greiðir frá, at bilar vórðu koyrdir í land aftur, so pláss var fyri sløkkiliðsbili.

Klokkan 11:35 fór bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways úr Havn í Sandoynna. Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði, sigur, at seks roykkavarar fóru við tyrluni.

Tvey fólk inni í tunlinum

– Roykur kemur úr tunlinum, og støðan tykist eitt sindur óviss í løtuni, sigur Jógvan Skeel Nolsøe, tíðindamaður hjá útvarpinum, sum er staddur við tunnilsmunnan.

Eldur kom í eitt aggregat 1.500 - 2.000 metrar inni í tunlinum sandoyarmegin. Tvey fólk eru ikki fingin úr tunlinum, greiddi hann frá í útvarpstíðindunum klokkan 12:20.

Myndugleikarnir kundu klokkan 12:30 ikki siga meira um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911