Mykines: Lendingin útbygd og brúgvin skift

Mykines: Lendingin útbygd og brúgvin skift
Arbeiðini ávirka siglingina í oynna, og brúgvin út í Mykineshólm verður stongd ein part av sumrinum
 
21.05.2021 - 14:25

Lendingin í Mykinesi skal útbyggjast, og brúgvin út í Mykineshólm verður skift. Bæði arbeiðini skulu gerast í summar

Landsverk sigur, at arbeiðið á lendingini fer at ávirka siglingina til Mykines. Farið verður undir arbeiðið í hesum mánaðin, og tað fer at taka umleið fimm vikur.

Arbeiðið hevur við sær, at minni pláss verður til ferðafólk, og tað kann taka longur tíð at fáa fólk í oynna og úr oynni.

Brúgvin stongd

Meðan brúgvin út í Mykineshólm verður skift, verður hon stongd fyri ferðafólki ein part av sumrinum. 

Arbeiðið er byrjað, og í næstu viku verður brúgvin stongd fyri ferðafólki. Landsverk sigur, at væntandi ber til at brúka nýggju brúnna í september.

Verður brúgvin opin eitt tíðarskeið í summar, verður kunnað um tað, sigur Landsverk. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329