Sveinur Tróndarson gav Samherja "hjálpandi hond"

Sveinur Tróndarson gav Samherja "hjálpandi hond"
Íslendska felagið vendi sær til blaðstjóran á Dimmalætting og bóðu hann um "hjálp" í eini roynd at skaða trúvirðið hjá Kringvarpsfólkum
 
24.05.2021 - 17:00

Tá ”gerilja-eindin” hjá Samherja skuldi finna hættir at skaða trúvirðið hjá Kringvarpinum, vendu tey sær til Svein Tróndarson, blaðstjóra hjá Dimmalætting, at fáa eina "hjálpandi hond".

Í samskiftinum siga umboðini hjá Samherja, at tey hava hoyrt, at honum ikki dámar dámar journalistarnar hjá Kringvarpinum. Tey bjóða blaðstjóranum skjøl frá Samherja, sum kunnu skaða trúvirðið hjá tveimum journalistum.

 >> SÍ EISINI Samherji ágangandi við tíðindafólk

Tað vísa innanhýsis skjølini hjá Samherja, sum íslendskir miðlar hava fingið fatur á. Og sambært íslendskum miðlum svarar blaðstjórin á Dimmalætting, at tað er rætt skilt og hann tí fegin tekur ímoti skjølunum.

Hann verður síðani settur í sambandi við sokallaðu ”gerilja-eindina” hjá Samherja, har millum annað nevndarformaðurin í móðurfelagnum hjá Samherja, løgfrøðingurin hjá felagnum og onnur eru í. Tey takka Sveini Tróndarson fyri áhugan at samstarva við samtakið.

Í innanhýsis skjølunum stendur eisini, at forstjórin í Samherja, Thorstein Már Baldvinsson, fegnast stórliga um, at tað var eydnast ”gerilja-eindini” at fáa samstarvsfelaga í Føroyum.

Kallar kringvarpsfólk aktivistar

Sveinur Tróndarson sigur millum annað við miðilin Kjarninn, at tað bleiv ikki meira burturúr samskiftinum enn tað sama, og hann váttar annars, at honum dámar ikki Barbaru Holm og Jan Lamhauge, sum hann ikki metir vera rættar journalistar, men aktivistar.

– Tey hava ikki tørv á, at nakar dálkar tey, tí tað klára tey sjálvi, sigur Sveinur Tróndarson, blaðstjóri við kjarninn.is

Her er greinin, sum stendur í Kjarninn, umsett til føroyskt (letur upp sum PDF-skjal): Føroysku ætlanirnar hjá Guerilla eindini

Eftir sendingarnar Teir Ómettiligu, hevur TAKS meldað Samherja til løgregluna fyri av órøttum at hava fingið skattaafturbering gjøgnum føroysku FAS-skipanina, og Samherji hevur rindað 17 milliónir aftur til TAKS eftir sendingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037