Funnu onga grind

Funnu onga grind
Landslæknin sigur, at nú kann grind haldast til, tí tamarhald er á koronustøðuni
Boðað varð frá grind við Presttanga í gjárkvøldið, men eingin grind varð funnin
 
27.05.2021 - 10:06

Hóast nógvir bátar leitaðu til út móti midnátt, varð eingin grind funnin við Vágar.

Boðað varð frá grind við Presttanga í gjárkvøldið. Men eingin grind varð funnin.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at hann spurdi landslæknan, um grind kundi haldast til, og tað var í lagi.

Tamarhald er nú á koronustøðuni, fekk sýslumaðurin at vita.

Týsdagin var stór grind funnin við Presttanga. Men hon kundi ikki haldast til, segði farsóttarnevndin, tí vandin fyri smittuspjaðing var stórur tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928