Seks tilburðir í gjár

Seks tilburðir í gjár
Nú eru 37 fólk smittað av koronu. 1100 fólk vórðu koppsett í gjár
1.332 koronukanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið
 
28.05.2021 - 11:03

Seks koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og nú eru tilsamans 37 fólk smittað.

Allir tilburðirnir hava samband við kenda smittuketu, sigur landslæknin.

1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og nú eru gjørdar tilsamans umleið 274.000 koronukanningar.

Fleiri enn 300 fólk eru í sóttarhaldi.

1100 fólk koppsett

Í gjár vórðu 1.106 fólk koppsett, 168 fólk fingu fyrra prikið, og 938  fingu tað seinna.

Tilsamans eru 31.823 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

20.618 fólk, 38,7% av fólkatalinum, hava fingið fyrru koppsetingina.

11.205 fólk, 21,1% av fólkatalinum, hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928