Greta Svabo Bech við nýggjum lagi

28.05.2021 - 18:41
List›Tónleikur
Greta Svabo Bech við nýggjum lagi
Poison, sum lagið eitur, snýr seg um kontrastir í vakurleikanum
Greta Svabo Bech
Mynd: KVF  

Herfyri var Greta Svabo Bech við í einari sending um Margretu drotning og krúnprinsin. Krúnprinsurin vitjaði í sendingini tiltakið Hoyma í Gøtu, har Greta framførdi, og prátað varð um hennara tónleik. Sostatt fekk Greta kærkomna umrøðu í donskum miðlum uppundir, at hon nú í dag gevur út nýtt staklag. Lagið, sum er partur av heildarútgávu, ið kemur út seinni, kallar hon "Poison". Teksturin er blivin til uppá ein serligan intuitivan máta. Poison, t.v.s. eitur, og medisin liggja ikki fjart frá hvørjum øðrum - men kortini hava tey bæði púra ymisk endamál. Ljósa, vakra og fína røddin hjá Gretu, sum í framleiðsluni er styrkt við vocodaraeffekt, lýsir kontrastirnar millum vakurleikan og tað viðbrekna. Hoyr Gretu greiða frá, um hvussu lagið varð til. Greta Svabo Bech var beinleiðis gestur í sendingini Vikuskiftið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541