10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing

10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
17 ára gamli maðurin er dømdur fyri annað kynsligt samband enn neyðtøku við eina 14 ára gamla gentu
Bæði ákæruvaldið og dømdi maðurin umhugsa nú, um dómurin hjá Føroya rætti skal roynast í Landsrættinum
 
01.06.2021 - 09:48

Ein 17 ára gamal maður fekk 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti í gjár.

Hann varð tó fríkendur fyri tyngstu ákæruna, sum var um neyðtøku.

Kravið hjá ákæruvaldinum var trý ára fongsulsrevsing, um herðingin í donsku revsilógini um revsing fyri neyðtøku eisini er í føroysku revsilógini, og tvey ár, um herðingin ikki er í føroysku lógini.

Føroya rættur sigur, at herðingin er ikki galdandi í Føroyum.

Tann spurningurin er annars farin í Landsrættin í einum øðrum revsimáli.

Annað kynsligt samband enn neyðtøku

17 ára gamli maðurin er dømdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina 14 ára gamla gentu.

Hann er eisini dømdur fyri annað kynsligt samband við eina aðra kvinnu og fyri blygdanarskemd, tí hann skal hava víst fyri sær og gjørt seg inn á eina kvinnu afturat.

Hetta skal vera hent á Tvøroyri í februar, mars og í apríl. Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 11.apríl.

Hann noktaði seg sekan, og verji hansara kravdi frídøming.

Nøkur vitni vóru avhoyrd í rættinum í gjár.

Vildi lata mannin leysan

Ákæruvaldið bað um, at maðurin verður verandi í varðhaldinum, til hann skal sita dómin.

Men tað vildi rætturin ikki. Hann vildi lata mannin leysan. Hendan úrskurðin skeyt ákæruvaldið inn fyri Eystara landsrætt.

Til svar kemur haðani, verður maðurin í varðhaldinum.

Tvær av teimum trimum kvinnunum fáa, sambært dóminum, endurgjald.

Bæði ákæruvaldið og dømdi maðurin umhugsa nú, um dómurin hjá Føroya rætti skal roynast í Landsrættinum. 

17 ára gamli maðurin er ikki mentalkannaður, og hann er mettur at vera egnaður til fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655