Sverri enn eitt 2. pláss á World Cup-stevnu

Sverri enn eitt 2. pláss á World Cup-stevnu
Sverri Sandberg Nielsen fekk 2. plássið í einskullaranum á World Cup-stevnu í Italia. Hesa ferð vann Kjetil Borch eftir ótrúligan endaspurt
Kappingin sær út til at blíva sera hørð á Olympisku leikunum
 
06.06.2021 - 12:06

Sverri Sandberg Nielsen fekk annað plássið, tá World Cup-róðurin í einskullara endaði við einum reinum spurti millum miðvingin og kappingarneytarnar, Oliver Zeidler (Týskland) og Kjetil Borch (Norra).

Teir tríggir fóru mestsum í senn um mállinjuna, men Kjetil Borch varð avgerandi sentimetrarnar frammanfyri føroyingin og týskaran. 
Kjetil Borch, byrjaði væl saman við unga italska rógvaranum.

Men so líðandi komu Oliver Zeidler og Sverri Sandberg Nielsen fram, og tað varð ein kapping millum teir báðar og Kjetil Borch.

Miðvingurin legði seg framum um 700 metrar frá málinum, men norðmaðurin treiskaðist, og Oliver Zeidler nærkaðist.

Alt endaði við einum reinum og spennandi spurti millum teir tríggjar kappingarneytarnir, og tað var Kjetil Borch, sum dróg longsta stráið, meðan Sverri Sandberg Nielsen og Oliver Zeidler fóru mestsum javnir um mállinjuna. 

Spenningurin undan Olympisku leikunum í Tokio minkaði ikki júst av hesum róðrinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040