Konkurslógin verður broytt

Konkurslógin verður broytt
Uppskotið er farið til hoyringarm áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið
Endamálið við endurreising er saman við Skiftirættinum og kreditorunum at fáa búskapin í einum kreppuraktum felagi á beint
 
08.06.2021 - 08:30

Reglur um, hvussu berast skal at, tá eitt felag skal endureisast fíggjarliga, koma nú í Føroyum.

Konkurslógin, sum er donsk, skal broytast.

Endamálið við endurreising er saman við Skiftirættinum og kreditorunum at fáa búskapin í einum kreppuraktum felagi á beint, so tað aftur verður solvent. 

Um tað ikki eydnast, verður felagið trotabúgv.

Trotabúsbann

Reglur koma eisini um trotabúsbann. Trotabúsbann er bann fyri at vera í leiðsluni í einum felagi við avmarkaðari ábyrgd, tað er smápartafelagi ella partafelagi. 

Trotabúsbann kann verða álagt fólki, sum hava ført grovt skilaleysa virkisleiðslu. Gildistíðin fyri eitt trotabúsbann er í fyrsta umfari trý ár.

Landsstýrið hevur biðið danska løgmálaráðið broyta og samanskriva konkurslógina, sum er galdandi í Føroyum.

Uppskotið er nú til hoyringar. Uppskotið skal síðani í løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210