Niðurstøða: Løgreglan ikki veruliga fyrireikað

Niðurstøða: Løgreglan ikki veruliga fyrireikað
Senatið hevur gjørt eina frágreiðing um álopið á amerikonsku kongressina í januar
 
09.06.2021 - 07:11

Kongresspolitiið í USA var ikki veruliga fyrireikað, tá ið viðhaldsfólk hjá Trump lupu á stjórnarbygningin í Washington D.C. í januar í ár.

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing frá Senatinum um álopið, sum kostaði fimm fólkum lívið, millum annað einum løgreglufólki.

Fleiri feilir gjørdir

Sambært Ritzau stendur í frágreiðingini, at fleiri feilir vóru gjørdir. Millum annað var ov lítið av samskifti, og eingin verulig ætlan varð løgd at steðga álopinum.

Í frágreiðingini verður eisini funnist at, at fregnartænastan áðrenn álopið ikki tók hóttanina í álvara, hóast tíðindin gingu á sosialum miðlum, at stuðlarnir hjá Trump fóru at royna at koma inn í Kongressbygningin, millum annað gjøgnum tunlar undir Kongressini.

Frágreiðingin kemur, eftir at Senatið í mai atkvøddi fyri at fáa eina óhefta kanning um álopið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224