Guðmundur gevst á Ítróttaháskúlanum

Guðmundur gevst á Ítróttaháskúlanum
Lýst verður eftir nýggjum leiðara eftir summarfrítíðina
Guðmundur Joensen hevur verið leiðari á Ítróttaháskúlanum í Vági í fimm ár
 
15.06.2021 - 14:38

Ítróttaháskúlin í Suðuroy skal hava nýggjan leiðara.

Guðmundur Joensen hevur verið leiðari seinastu fimm árini, men nú fer hann at royna nýggjar leiðir.

- Guðmundur Joensen hevur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og vit eru ómetaliga takksom fyri tað stóra arbeiðið, sum Guðmundur hevur lagt í at byggja upp hetta einastandandi skúlatilboðið, sum eisini er eitt stórt aktiv fyri nærumhvørvið, sigur Dennis Holm, stýrisformaður fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy. 

Stýrið fyrireikar nú lýsingina eftir nýggjum leiðara, og lýst verður eftir summarfrítíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373