Partarnir fara aftur at samráðast í morgin

Partarnir fara aftur at samráðast í morgin
Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara aftur samráðingarborðið í morginári. Tað váttar Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
18.06.2021 - 16:54

Tað hevur staðið í botni í samráðingunum millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafundi. 

Men nú røkist fyri, at glið kanska kemur á samráðingarnar. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur kallað partarnar saman aftur í morginári klokkan 10. 

"Semingsstovnurin hevur havt fund við partarnar hvør sær, tað verður seg Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Allir partar kenna ábyrgd fyri at finna eina loysn, og tí hava teir játtað at hittast,," sigur Terje Sigurðsson.

Tað er tó ikki nakað ítøkiligt, sum ger, at partarnir eru kallaðir aftur til samráðingarborðið, og enn hevur eingin partur flutt seg.

Spurdur um, at hetta merkir, at lógaruppskotið hjá landsstýrinum um at lóggeva pedagogar í Almannaverkinum aftur til arbeiðis, verður tikið aftur, svarar Terje Sigurðsson:

"Tað veit eg einki um. Tað havi eg onga viðmerking til."

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ TERJA SIGURÐSSON, SEMINGSMANN, Í ÚTVARPSTÍÐINDUNUM

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur givið boð um, at viðgerðin av lógaruppskotinum, ið lóggevur pedagogar í Almannaverkinum aftur til arbeiðis, skal bíða, meðan samband er millum partarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928