Semingsuppskotið er góðtikið og verkfallið av

Semingsuppskotið er góðtikið og verkfallið av
Pedagogfelagið og KAF og lønardeildin í fíggjarmálaráðnum skrivaðu undir sáttmálan stutt fyri kl. 23.30 í kvøld
Partarnir í lønartrætuni skrivaðu undir nýggjan sáttmála í kvøld
Mynd: Símun Absalonsen  
 
19.06.2021 - 23:40

- Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.  Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál, sigur Pedagogfelagið. 

Semjan tryggjar øllum limum eina lønarhækking við nøkrum broytingum í skalagongdunum. Semingsuppskotið er nakað út um karmin, sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

Nú semja er gjørd um nýggjan sáttmála, verða øll stríðsstig avblást, skrivar Pedagogfelagið. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í kvøld, at hann góðtekur tað fíggjarliga í sáttmálanum. 

- Eg eri fegin um, at vit fingu loyst hesa trætuna, og at tað fíggjarliga hongur saman, og at Pedagogfelagið hevur fingið nøkur av sínum aftrat við í sáttmálan, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, beint eftir at hann hevði skrivað undir sáttmálan.

Meira verður at frætta í tíðindunum í morgin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037