Hevur ongan áhuga at hitta Joe Biden

Hevur ongan áhuga at hitta Joe Biden
Nýggi forsetin í Iran, Ebrahim Raisi, sigur, at eingin meining er at hava samrøður um kjarnorku við stórveldini bara fyri at hava samrøður, sum hann tekur til
Ebrahim Raisi er nýggjur forseti í Iran
 
22.06.2021 - 09:06

Nývaldi forsetin í Iran, Ebrahim Raisi, sigur, at hann fer ikki at samráðast um kjarnorkuætlanirnar hjá landinum, um avtalan ikki er til frama fyri iranska fólkið.

Hann sær heldur onga forðing fyri at  bøta um sambandið við Saudiarabia, og forsetin hevur ongan áhuga at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden.

Ebrahim Raisi hevði í gjár fyrsta tíðindafund sín, eftir at hann varð valdur á forsetavalinum í síðstu viku.

Hann segði m.a., at eingin meining er at hava samrøður um kjarnorku við stórveldini bara fyri at hava samrøður.

Erkafíggindi

Nývaldi iranski forsetin segði á tíðindafundinum, at hann fer at bøta um viðurskiftini við Saudiarabia, sum er erkafíggindi hjá Iran í Miðeystri og sameindi hjá USA, og at hetta arbeiðið er byrjað.

Spurdur, um hann fer at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, svaraði hann nei.

Ebrahim Raisi verður lýstur sum sera konservativur, og hevur tætt tilknýti til Ali Khamenai ayhatollah, sum hevur hægsta vald í landinum.

Vesturheimurin skuldsetur hann fyri píning og fyri at hava avrættað politiskar fangar í 1980-unum.

Men á tíðindafundinum í gjár segði Raisi seg hava stóra virðing fyri mannarættindum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006