Tvøroyarar kommuna viðgongur feil

Tvøroyarar kommuna viðgongur feil
Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu ásannar, at tað var ikki rætt at krevja pengar fyri skjøl í einum innlitsmáli.
 
25.06.2021 - 11:15

27 krónur fyri hvørt skalið. Tað var treytin, tá ein persónur bað um alment innlit. Og tann, sum bað um innlitið, fekk eingi skjøl. Hann slapp bara at síggja tey.

Tann, sum bað um innlitið, fær nú øll skjølini, sigur kommunan. 

Løgtingsins umboðsmaður bað Tvøroyrar kommunu viðgera av nýggjum eitt innlitsmál.

 

Kærdi avgerðina

Persónurin, sum bað um innlit, klagaði um málsviðgerð hjá Tvøroyrar kommunu og um, hvussu kommunan viðgjørdi umbønina um innlit.

Málið snúði seg um tilboð um at reka kantinuna í ítróttarhøllini í Trongisvági.

Tann, sum kærdi, fekk ikki raksturin. 

Tann, sum hevði raksturin, fekk hann aftur.

 

Valdu tryggu loysnina 

Kommunan valdi, sum hon segði, tryggu og kendu loysnina. Og tað heldur kommunan fast við.

Viðvíkjandi innlitsumbønini vísti umboðsmaðurin á, at 10 skjøl eru skrásett í málinum. Kommunan gav bara innlit í átta skjøl, men nevndi einki um hini tvey skjølini.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at av tí at eingi avrit vórðu latin klagaranum, hevði Tvøroyrar kommuna heldur ikki neyðugu heimildina at krevja gjald fyri avrit í hesum føri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632