Nú skal Uros skjóta mál í B36

Nú skal Uros skjóta mál í B36
Toppskjúttin í føroyskum fótbólti í fjør hevur skrivað undir avtalu við B36.
 
26.06.2021 - 10:46

Serbiski framherjin Uros Stojanov flytur nú úr ÍF til B36.

Í hálvtannað ár hevur hann spælt við fuglfirðingum, har hann hevur skotið 24 mál í 41 dystum.

Hann var deildur toppskjútti í bestu fótbóltsdeildini í fjør við 17 málum. Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ skjeyt eisini 17 mál í landskappingini í fjør.

Sáttmálin millum Uros Stojanov og B36 er galdandi fram til kappingarlok næsta ár, skrivar B36 á sínari heimasíðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065