Ongland sigraði loksins á Týsklandi

Ongland sigraði loksins á Týsklandi
Wembley, London og Ongland eru á gosi í kvøld, nú tað loksins eydnaðist Onglandi at vinna á Týsklandi til eitt endaspæl
Gareth Southgate, enskur landsliðsvenjarin, var lættur maður, tá dómarin bríkslaði síðstu ferð
 
29.06.2021 - 18:53

Onglandi hevur roynt tað ofta. At tapa móti Týsklandi í einum avgerandi dysti til eitt EM ella HM-endaspæl í fótbólti. 

Øll fótbóltsáhuga minnast HM í Italia í 1990. tá sterka enska liðið mátti lúta fyri (Vestur)Týsklandi í brotssparkskappingini í hálvfinaluni. (Vestur)Týskland endaði við at vinna HM. 

Sama hendi til EM í 1996 á heimavølli á Wembley, tá eitt sterkst enskt landslið enn einaferð tapti eina hálvfinalu móti Týsklandi eftir eina brotssparkskapping. Gareth Southgate brendi avgerandi brotssparkið, og Týskland endaði við at vinna EM. 

Men í kvøld fekk Ongland so loksins hevd fyri hesi lemjandi tap, tá tað endaði Onglandi at vinna ein uppibornan 2-0 sigur á Týsklandi. 

Tannleysir týskarar

Dysturin var ikki serliga spennandi leikliga. Ongaland spældi verjukendi 3-4-3 ella 5-4-1, men hevði onkursvegna yvirtakið móti einum nokk so tannleysum týskum landsliði. 

Hóast Týskland var tannleyst, so fekk liðið spælt seg til góðar málmøguleikar, men Timo Werner og Thomas Muller misnýttu stóru møguleikarnar fyrst at leggja Týskland á odda og so at javna 1-0 leiðsluna hjá Onglandi. 

Hjá Onglandi vóru tríggir leikarar, ið skaraðu burturúr. Raheem Sterling, ið skoraði fyrra málið. Luke Shaw, ið legði upp til málið. Og Jack Grealish, sum legði upp til seinna málið, ið Harry Kane stútaði í málið. 

Dysturin livdi ikki upp til stóru vónirnar, men tað hevur einki at siga í Onglandi í dag, tí fótbóltslandsliðið hevur vunnið á Týsklandi er í fjórðingsfinaluni. 

Og nú kunnu eingilsmenn spakuliga byrja at trúgva upp á, at "Football is coming home", tí bæði portugisisku evropameistararnir, fronsku heimsmeistararnir og týska der mannschaft eru send heim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672