Team Rynkeby Føroyar súkklar í Danmark í summar

Team Rynkeby Føroyar súkklar í Danmark í summar
Heldur ikki í ár ber til hjá Team Rynkeby at skúkkla til Paris. Tí fer liðið til Danmarkar at súkkla hóskvøldið
Team Rynkeby fer aftur í ár at súkkla í Danmark
Mynd: Tórvør Ø. Vang / Team Rynkeby Føroyar á Facebook  
 
05.07.2021 - 10:42

Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla í Danmark í summar, tí heldur ikki í ár ber til at súkkla til París.

Liðið fer til Danmarkar hóskvøldið.

Súkklað verður í Jútlandi, á Fjóni og á nøkrum lítlum oyggjum í Danmark í eina viku. 

 

1260 kilometrar

Á ferðini verða súkklaðir 1260 km.

Men ferðin byrjar tó í Klaksvík, klokkan 10.30 hósdagin í Helnabrekku.

Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 100 km. á túrinum súkklaðir, tá leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum 
Sundalagið.

Ferðin endar í Havn kl.18.25, tá móttøka verður á Perlutorginum við Reinsaríið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470