Argjabáturin fekk skarpan gang frá Knørri

Argjabáturin fekk skarpan gang frá Knørri
Nýggi Argjabáturin roynist væl og 8-mannafarið hevur vunnið allar fýra róðrarnar í ár. Á Varmakeldu fingu argjamenn tó skarpan gang frá Knørri
05.07.2021 - 11:35

Tá 100 metrar vóru eftir á mál á Varmakeldu, var Knørrur stavnin frammanfyri Argjabátin, men í sjálvum endaspurtinum otaði reyði báturin seg framum og vann ein serdeilis spennandi 8-mannafarsróður.

Argjabáturin hevur vunnið allar fýra róðrarnar higartil, og nú skal nógv til, um argjamenn ikki skulu fara avstað við FM-heitinum í ár. 

Kappingin um triðja plássið var eisini gróthørð. Har dróg Gullbrandur longra stráið í harðari kapping við Sølmund.

8-MANNAFAR

Nr Bátanavn Tíð Stig Gult Reytt
1 Argjabáturin 04:43.25 7 0 0
2 Knørrur 04:43.40 6 0 0
3 Gullbrandur 04:45.28 5 0 0
4 Heiðabáturin 04:45.29 4 0 0
5 Nevið Reyða 04:52.02 3 0 0



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860