Koppsetingarætlanin framskundað tvær vikur

Koppsetingarætlanin framskundað tvær vikur
Í sambandi við, at munandi fleiri koppingarevni koma til Føroya í næstum, hevur koppsetingarbólkurin dagført koppsetingarkalendan.
 
05.07.2021 - 16:14

Føroyska koppsetingarætlanin verður nú framskundað tvær vikur.

Í sambandi við, at munandi fleiri koppingarevni koma til Føroya í næstum, hevur koppsetingarbólkurin dagført koppsetingarkalendan.

Koppsetingarbólkurin metir nú, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34 - tað er frá 23. til 29. august. Eftir gomlu ætlanini skuldu hesi verið liðugt koppsett í viku 36, altso tvær seinni enn nýggja ætlanin sigur.

Væntandi hava øll fingið fyrstu koppsetingina í boði áðrenn ólavsøku, verður sagt úr Heilsumálaráðnum.

Koppsetingarbólkurin hevur enn ikki tikið støðu til, um tey í aldursbólkinum 12-15 ár skulu fáa tilboð um koppseting. Arbeitt verður við tí málinum, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424