Drotning kemur ikki til landið fyrr enn í morgin

Drotning kemur ikki til landið fyrr enn í morgin
Nú er greitt, at veðrið darvar drotningavitjanina, tí Drotningin kemur ikki til landið fyrr enn í morgin
Mynd: Savnsmynd  
 
14.07.2021 - 15:55

Løgmansskrivstovan boðar nú frá, at Drotningin ikki fekk lent í Vágum seinnapartin. 

"Veðrið í dag hevur við sær, at tað verður ikki møguligt hjá Hennara hátign drotningini at lenda í Vágum seint seinnapartin. Væntandi kemur hon til Føroya í morgin. Hetta hevur við sær broytingar í skránni." skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni. 

 

Vitjan í Klaksvík strikað

Nú er eisini greitt, at vitjanin hjá Drotningini í Klaksvík er strikað, tí kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða sunnudagin, og ikki verður við á ferðini. 

Broytingin merkir, at drotningin ístaðin verður flogin beinleiðis úr Havn til Svínoyar, har borgarstjórin, Karl Johansen tekur ímóti. 

Vitjað verður í Svínoy millum kl. 10.50 og 13.20.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730