Hellutangi verður liggjandi veturin av

Hellutangi verður liggjandi veturin av
Fóðurflakin Hellutangi, sum sleit og rak á land á Víkum 5. apríl í ár, verður liggjandi veturin av
 
03.08.2021 - 18:15

Atli Gregersen, stjóri í Luna, hevur uppgivið at fáa fóðurflakan Hellutanga fluttan burtur frá Víkum, har hann fór á land 5. apríl. 

Tað sigur Atli Gregersen við vp.fo. 

Fóðurflakin Hellutangi, sum sleit og rak á land á Víkum 5. apríl í ár, verður liggjandi veturin av.

Allar royndirnar higartil at fáa flakan leysan eru miseydnaðar.

"Vit hava gjørt nógvar royndir, men eingin hevur gingið, sum vit høvdu vónað, og nú hava vit tikið eitt 'time-out' og fara at brúka tíðina til at hugsa um, hvørjir aðrir møguleikar kunnu troytast," sigur Atli Gregersen við heimasíðuna.

 

Brúkt tíð og orku upp á Hellutanga

Hann sigur, at fyritøkan hevur brúkt nógva tíð og orku í royndunum at fáa Hellutanga leysan.

"Vit mugu ikki gloyma, at vit eisini hava nógvan alifisk í sjónum, sum eisini skal passast," sigur Atli Gregersen við vp.fo.

Hann sigur, at tey hava ikki givið upp at fáa Hellutanga leysan og tiknan burtur, men at tað ikki verður roynt aftur í ár.

Til_Heimasidu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329