- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fransmenn ov sterkir fyri danir
Kropslig styrkin var heilt stóri munurin, tá Frakland vann OL-finaluna móti Danmark.
Danmark byrjaði væl, og var framman fyri fyrstu minuttirnar.
Men so byrjaði keðiligi óvanin hjá dønum í OL-kappingini at brenna opnar málmøguleikar aftur at spøkja.
Tá hjálpti tað lítið, at Niklas Landin enn einaferð spældi framúr væl í málinum.
Tekniskir feilir
Avgerandi løtan kom, tá 18 mintuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki.
Franska verjan legði eitt høgt trýst á donsku leikararnir, og annars so royndi Lasse Svan á høgra vongi blakaði bóltin til fransmenninar, sum skundu skora til 9-6.
Danir royndu at koma skjótt afturíaftur, men tað var eins og ferðin var ikki í álopsspælinum hjá dønum.
Krútsterkir fransmenn
Og so var lag á manni hjá krútsterku fronsku leikarunum at steðga danska álopinum.
Hvørja ferð Danmark var við at innheinta Frakland ordiliga, so gjørdu donsku leikarar tekniskar feilir, ið teir ikki vanliga gera.
Endin varð, at Frakland kundi fara til hálvleiks við einari fýra málsleiðslu, 14-10.
Álopið trupulleikin
Tað var álopið, ið var stóri trupulleikin hjá dønum, tí bæði verjan og málverjin, Niklas Landin, stóð væl.
Og tá Mikkel Hansen heldur ikki hevði sín besta dag, hóast hann sjálvandi bleiv toppskjútti, so tóktis alt rættiliga tungt fyri Danmark.
Danir máttu stríðast fyri hvørt máli, meðan tað tóktist øðrvísi lætt hjá fransmonnum.
Jóhan á vøllin
Jóhan á Plógv Hansen varð sendur á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki, og tað ber kanska vitnisburð um, at ættarliðsskiftið á høgra vongi á danska honsbóltslandsliðnum er byrjað.
Tíverri fyri Jóhan á Plógv Hansen, so byrjaði seinni hálvleikur ikki nógv øðrvísi enn fyrri, og lítið talaði fyri, at Danmark fór at koma afturíaftur.
Alt ov ofta, tá Niklas Landin bjargaði, ella verja fekk hendur á bóltinum, so blakaðu danir bóltin beint aftur til fransmenn ella út av vøllinum.
11 tekniskar feilir gjørdu dansku spælararnir.
Danmark kom afturíaftur
Men tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, so vendi dysturin brádliga, og Danmark slapp inn aftur í dystin við trimum málum, meðan fransmenn byrjað at brenna.
Brádliga kom lív í donsku spælararnir, og ungi Mathias Gidsel var ein danskur einmansherur og helt nærmast einsamallur Danmark inn í dystinum.
Fingu møguleikan at javna
Danmark fekk fleiri ferðir møguleikan at javna síðstu tíggju minuttirnar. Men hvørja ferð kiksaði.
Sjálvt tá tað manglaði ein minuttur, og Danmark hevði bóltin, var bara eitt mál á muni.
Tíverri misti Mathias Gidsel bóltin, og fransmenn kundi skjóta bóltin í tóma danska málið til endaligu støðuna 25 - 23.
Jóhan á Plógv Hansen fekk ongantíð víst, hvør dugir er í honum, tí bakkspælararnir ongantíð fingu spælt hann frían til skot.
Men finaluluttøkan gjørdi, at Jóhan á Plógv Hansen gjørdist fyrsti føroyingur, ið vann eitt OL-heiðursmerki.
Jóhan kann nú pakka sítt OL-silvurheiðursmerki í kuffertið næstu ferð hann kemur heim at vitja familjuna.