Nú eru vit 53.400 fólk í Føroyum

Nú eru vit 53.400 fólk í Føroyum
Seinasta árið løgdust 796 fólk aftrat fólkatalinum, og vøksturin er hálvt annað prosent samanborið við 1. juli í fjør.
Fólkatalið 1. juli var 53.400. Størsti vøksturin seinasta árið var í høvuðsstaðarkommununi. Henda myndin er tikin ólavsøkudag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.08.2021 - 11:03

Nú búgva 53.399 fólk í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

Seinasta árið løgdust 796 fólk aftrat fólkatalinum, og vøksturin er hálvt annað prosent samanborið við 1. juli í fjør.

Burðaravlopið seinasta árið var 333 fólk, og nettoflytingin var 453 fólk.

Samanborið við undanfarna 12 mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 fólk minni, og burðaravlopið er 38 størri.

Seinastu tvey árini eru netttoflytingin minkað, men samstundis er burðaravlopið vaksið. 

Størsti vøkstur í høvuðsstaðarkommununi

Fólkaríkastu kommunurnar eru framvegis Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar-, Skúvoyar- og Fámjins kommunur.

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu, 397 fólk, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis- og Vestmanna kommunum, har sjey fólk fluttu úr kommununum. 

Í prosentum vaks fólkatalið mest í Hovs kommunu, 6,2 prosent, ella seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har vøksturin var 3,6 prosent, ella 19 fólk. 

Størsta afturgongdin var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, ella eitt fólk. 

Sí meira um fólkatalið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040