Nýggj undangóðkenning at bjóða upp á Fámjinstunnilin

Nýggj undangóðkenning at bjóða upp á Fámjinstunnilin
Hesaferð er freistin 30. september klokkan 14
Hóast undangóðkenningin er seinkað, ætlar Landsverk, at farast skal undir Fámjinstunnilin í hesum árinum.
 
27.08.2021 - 15:34

Byggifyritøkur kunnu nú aftur biðja um undangóðkenning at bjóða upp á Fámjinstunnilin.

Freistin at søkja um undangóðkenning er hesaferð 30. september klokkan 14. 

Hetta er aðru ferð, at søkt verður eftir fyritøkum til undangóðkenning til Fámjinstunnilin. 

Avlýst fyrru ferð

Fyrra undangóðkenningin bleiv avlýst, tí Fíggjarmálaráðið fekk eina kæru frá byggifelagnum J&K Petersen um, at ógreitt var, nær freistin til fyrra umfar fór.

Óvissan stavaði frá, at upprunaliga freistin var 13. mai klokkan 14, men av tí at tað var Kristi Himmalferðardagur varð freistin longd til mánadagin 17. mai klokkan 9. 

Sambært J&K Petersen hevði fyritøkan ikki varnast, at klokkutíðin var broytt, og vórðu teir tí tveir tímar ov seinir við umsóknini. Ein feilur, sum teir mettu, at Landsverk hevði ábyrgdina av, tí kunningin var ov ógreið. 

Fíggjarmálaráðið metti, at  nýggja freistin elvdi til misskiljingar, og tí bleiv fyrra undangóðkenningin avlýst tann 26. juli. 

Ikki bundin av fyrru góðkenningini

Í samband við nýggju undangóðkenningina upplýsir Landsverk, at hon á ongan hátt er bundin av nøkrum, ið varð partur av fyrru undangóðkenningini.

Nýggi tunnilin verður umleið 1200 metrar langur. 

Verkætlanin fevnir eisini um umleið 1000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin. 

Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Ørðavík og Fámjin til gomlu farðleiðina upp um Ørðaskarð.

Samlaða vegalongdin verður umleið 2.600 m. 

Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at byrja arbeiðið seint í 2021. 

Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928