Bumbuhóttanir móti flogvøllinum í Kabul

Bumbuhóttanir móti flogvøllinum í Kabul
Amerikanska uttanríkisráðið ávarar um eina beinleiðis hóttan móti flogvøllinum í Kabul. 
 
29.08.2021 - 10:40

- Orsakað av eini ítøkiligari og veruligari hóttan móti amerikonskum borgarum nærindis flogvøllinum í Kabul, innanríkisráðnum og ávísum gøtum nærindis flogvøllinum, verður heitt á øll um at fara úr økinum við flogvøllin beinanvegin, sigur amerikanska uttanríkisráðið.

Fyri triðju ferð seinastu dagarnar verður eisini heitt á fólk um ikki at fara til flogvøllin og at halda seg burtur frá fráfaringarútgongdum.

Sama ávaring varð send amerikonsku sendistovuni í Kabul fáar tímar undan yvirgangsatsóknini hósdagin, sum kravdi 200 mannalív.

Atsóknin var bert fáar tímar eftir, at Joe Biden hevði sagt, at stór sannlíkindi vóru fyri eini yvirgangsatsókn á flogvøllinum.

USA hevur higartil flutt meira enn 110 túsund fólk úr Afghanistan, síðani Taliban tók valdið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744