Álvarsligt ferðsluóhapp í Havn í nátt

Álvarsligt ferðsluóhapp í Havn í nátt
Ein skutari við tveimum unglingum helt ikki treytaleysa víkiskyldu og rendi á ein bil.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
05.09.2021 - 09:19

Eitt álvarsligt ferðsluóhapp var í Havn í nátt. Stutt fyri klokkan 1 í nátt stoyta ein skutari og ein bilur saman á krossinum við Grønlandsvegin og Jóannes Patursonargøtu. Tveir ungir dreingir sita á skutaranum, og teir koyra út fyri ein bil, hóast teir hava treytaleysa víkiskyldu. 
Løgreglan sigur, at dreingirnir fingu álvarsligan skaða skaða í óhappinum. 

Skutarar eru ein vaksandi avbjóðing, sigur løgreglan. Vakthavandi sigur, at tey ungu fyri tað mesta eru røsk at taka koyrikort og hava síni viðurskifti í lagi, men tað kemur ofta fyri, at løgreglan kemur fram á skutarar, sum eru bygnaðarbroyttir til at koyra skjótari enn loyvt er. Samstundis kemur tað eisini ofta fyri, at ung verða tikin uttan koyrikort til skutara. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342