Lærarar á skúlaleikaskeið

Lærarar á skúlaleikaskeið
Smáir 1200 næmingar í 58 flokkum eru meldaðir til nýggja átakið, Skúlaleikir. Hesir fara at fáa undirvísing í fleiri ítróttargreinum, men fyrst skulu lærararnir búgvast til
06.09.2021 - 18:50

Sjøtul verður nú settur á Skúlaleikir, sum er nýggja átakið hjá Ítróttarsambandi Føroya.

Skúlaleikir byggja á fýra ymiskar ítróttargreinarnar, sum næmingarnir í 4. og 5. flokkum í skúlum kring landi skulu luttaka í hetta komandi árið: rógving, frælsan ítrótt, flogbólt og badminton.

Áðrenn næmingarnir fáá ágóðan, skulu lærararnir búgvast til. Tí vóru góðir 50 av teimum á skeið í síðstu viku.

 - Eg haldi, at tað er ordiliga gott, og tað gevur møguleikan at royna eina rúgvu, sigur Guðrun Jacobsen, lærari í skúlanum við Løgmannabreyt.

Átakið hevur stóra undirtøku millum ítróttarlærarar, sum ikki tykjast hava nakað ímóti, at venjarar og fakfólk vitja ítróttarundirvísingina og leggja lag á.

 - Tað er bara gott at fáa íblástur, tí eins og tú ikki dugur allar lærugreinarnar, kanst tú heldur ikki duga allar ítróttargreinarnar, sigur Guðrun Jacobsen.

 - Her leggja tey dent á ítróttargreinar, sum ikki eru millum tær vanligastu, sigur Ragnar Simonsen, sum starvast á Sankta Frans skúla.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860