Veljarakanningar: Reyði vongurin vinnur í Noregi

Veljarakanningar: Reyði vongurin vinnur í Noregi
Stóru flokkarnir, Arbeiðaraflokkurin, Høgri og Framburðsflokkurin, missa allir atkvøður á stórtingsvalinum í dag
Alt bendir á, at Erna Solberg, forsætisráðharri, noyðist at lata stjórnarvaldi frá sær til Jonas Gahr Støre, formann í Arbeiðaraflokkinum.
Mynd: Reuters  
 
13.09.2021 - 08:46

Stórtingsval er í Noregi í dag, og líkt er til, at borgarliga samgongan hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, missir valdið, og at vinstravongurin við javnaðarmanninum, Jonas Gahr Støre, á odda, fer at vinna valið.

Norska TV2 og Kantar hava lagt allar veljarakanningarnar saman, sum eru gjørdar hesaferð, og líkt er til, at stóru flokkarnir, Arbeiðaraflokkurin, Høgri og Framburðsflokkurin  allir missa atkvøður.

Sambært veljarakanningunum minkar Arbeiðaraflokkurin niður í 23,6 prosent av atkvøðunum, sum er vánaligasta úrslitið síðani í 1924.

Høgriflokkurin missir eisini nógv, og fær 19,8 prosent, sum er vánaligasta úrslitið síðani í 2009.

Framburðsflokkurin, sum er minkaður nógv seinastu árini, fær 10,7 prosent, sum er vánaligasta úrslitið síðani í 1993.

Eftir kanningunum fær vinstravongurin tilsamans 105 limir í stórtingið, 85 av teimum fara at umboða nýggju stjórnina hjá Jonas Gahr Støre, og borgarligi vongurin fær 67 tinglimir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053