Tvísiffrað tap ímóti Spania á Tórsvølli

Tvísiffrað tap ímóti Spania á Tórsvølli
Eftir virðiliga 3-0 hálvleiksstøðu skrædnaði í seinna hálvleiki, og endin var, at føroyska landsliðið við kvinnum tapti 10-0 ímóti Spania
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2021 - 19:29

Føroyar taptu 10-0 ímóti Spania í fyrsta HM-undankappingardystinum til endaspælið í 2023, eftir at støðan í hálvleikinum var 3-0.

Eitt skert føroyskt lið, sum millum annað manglaði Jacobu Langgaard, kom illa frá byrjan, og eftir níggju minuttum var støðan 2-0 til  krútsterku spaniólarnar, sum liggja á 10. plássi á styrkislistanum hjá FIFA. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen



Eftir tað kom føroyska liðið fyri seg eitt sindur, og hóast Spania skapti nógvar málkjansir, kom bert eitt mál afturat í fyrra hálvleiki. Tað skeyt stóri spælarin í dystinum, Amaiur Sarriegi Isasa úr Real Sociedad, tá 35 minuttir vóru spældir.



Skrædl eftir steðgin

Tað tók spaniólum bert fimm minuttir í seinna hálvleiki at økja um leiðsluna. Og fimm minuttir seinni kom løtan, har føroyska korthúsið rapaði. Amaiur Sarriegi Isasa skeyt sítt triðja og fjórða mál í dystinum, og trý onnur komu eisini. 

Fimm mál upp á eitt korter, og so var støðan brádliga 9-0. Tað sá leingi út til, at tað ikki fór at verða verri, men tá næstan 95 minuttir vóru spældir, skoraði Laia Aleixandri, og tvísiffrað 10-0 tap varð veruleiki.



Týsdagin spælir Føroyar aftur. Tá tekur Skotland ímóti.


 

Føroyar-Spania, 0-10 (Tórsvøllur)
0-1 Amaiur Sarriegi Isasa, 7 min.
0-2 Irene Guerrero, 9 min.
0-3 Amaiur Sarriegi Isasa, 33 min. 
0-4 Alexia Putellas, 50 min.
0-5 Amaiur Sarriegi Isasa, 55 min.
0-6 Lucia Garcia, 58 min.
0-7 Amaiur Sarriegi Isasa, 61 min.
0-8 Patricia Guijarro, 65 min.
0-9 Mariona Caldentey, 70 min.
0-10 Laia Aleixandri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290