Bygdaleiðir koyra nú eisini til Bíggjar og Gásadals

Bygdaleiðir koyra nú eisini til Bíggjar og Gásadals
Nýggja ferðaætlanin kemur í gildi 4. oktober
Bygdaleiðir víðka nú koyringina til Bíggjar og Gásadals
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
23.09.2021 - 10:16

4. oktober fara Bygdaleiðir í Vágum eisini at koyra til Bíggjar og Gásadals, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.

Í fyrstu atløgu verður ferðaætlanin fyri leið 300 og 350 víðkað til at byrja og enda í Bø og Gásadali á ávísum túrum, sum frammanundan eru millum Sørvág og Havnina.

Fyribils verða túrarnir til Gásadals og úr Gásadali tilkallitúrar. Boðast skal frá í seinasta lagi tveir tímar fyri fráferð úr Gásadali. Tey, sum ætla sær við morguntúrin úr Gásadali, skulu boða frá í seinasta lagi klokkan 19 kvøldið fyri.

Sami prísur

Kostnaðurin at koyra til Gásadals og Bíggjar er tann sami sum aðrastaðni í Vágum. Sostatt fer tað at kosta 20 krónur fyri vaksin at koyra millum hesar bygdir og t.d. Sørvág. 

Strandferðslan sigur, at eftir ætlan koma Gásadalur og Bøur við í nýggju summarferðaætlanina hjá Bygdaleiðum næsta ár. Tá verða eisini fleiri túrar, og ávísar túrar verður ikki neyðugt við tilkalling úr Gásadali.

Meiri fæst at vita um koyringina til Gásdadals og Bíggjar her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928