Fimm mánaðir fongsul og vístur av landinum

Fimm mánaðir fongsul og vístur av landinum
Bæði ákæruvaldið og verjin hava biðið um umhugsanartíð at kæra dómin
Maðurin var dømdur sekur í fýra av fimm ákærupunktum, sum snúðu seg um harðskap og hóttanir.
 
28.09.2021 - 14:31

Ein útlendingur er í Føroya rætti í dag dømdur fimm mánaðir fongulsrevsing fyri sín leiklut í einum máli um harðskap, burturflyting og hóttan.

Harumframt verður maðurin vístur av landinum í fimm ár.

Tað var 13. juli í ár, at dømdi maðurin, saman við trimum øðrum monnum, leyp á ein mann uttan fyri eitt gistingarhús í høvuðsstaðnum. Har sló dømdi maðurin hin mannin eina ferð í høvdið og sparkaði hann tríggjar ferðir. 

Hann var dømdur sekur í fýra av fimm ákærupunktum, og tey snúðu seg um harðskap og hóttanir.

Kundi ikki prógva burturflyting

Men dómarin metti ikki, at ákæruvaldið kundi prógva, at maðurin hevði roynt at burturflyta eina dóttur.

Hetta er aðru ferð, at maðurin er vístur úr Føroyum. Fyrru ferðina var í 2016, tá hann eisini var burturvístur í fimm ár. Og fimm ár seinni, í summar, kom hann aftur til Føroya. 

Bæði ákæruvaldið og verjin hava biðið um umhugsanartíð til at kæra dómin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011