Hvassorðaður ST-aðalskrivari

Hvassorðaður ST-aðalskrivari
COP26 byrjar um ein mánað í Skottlandi, og ST-aðalskrivarin vísir á, at tíðin er við at renna undan, tá tað snýr seg um veðurlagspolitikk
Antonio Guterres
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.10.2021 - 10:19

Heimsleiðarar mugu velja ímillum at bjarga heiminum ella at fordøma mannaættina til "eina helvitis framtíð". 

So hvassur er António Guterrres, ST-aðalskrivari, í talu sínu undan veðurlagstoppfundinum, COP26, sum byrjar um ein mánað í Glasgow í Skotlandi.

12 daga langi fundurin er hin týndingarmesti síðani Paris-toppfundin í 2015.

Fleiri ríksileiðarar úr høllum heiminum fara á fundin, - m.a. amerikanski forsetin, Joe Biden.

Í gjár segði Guterres við ráðharrar úr øllum londum, at mest avgerðandi fyri alla mannaættina er at halda lyftið í Parisavtaluni.

- Eg kann ikki undirstrika nóg ofta, at tíðin rennur undan. Vendipunkt fyri veðurlagið, har ikki vendist aftur, eru ræðandi nær, segði Guterres við ráðharrar, sum vóru á fyrireikandi fundinum í Milano í gjár undan COP26.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949