Terje Sigurðsson heldur fram sum semingsmaður

Terje Sigurðsson heldur fram sum semingsmaður
Fróði Sivertsen, grannskoðari, er nýggjur varasemingsmaður
Terje Sigurðsson fer nú undir nýtt skeið sum semingsmaður. Símun Absalonsen er givin sum varasemingsmaður.
 
04.10.2021 - 09:28

Terje Sigurðsson verður semingsmaður í trý ár aftrat.

Nýggja skeið hansara byrjaði 1.oktober. 

Terje Sigurðsson hevur verið semingsmaður í 18 ár.

Fróði Sivertsen, grannskoðari, er vorðin varasemingsmaður. Hann tekur við eftir Símun Absalonsen, sum var í starvinum í 15 ár.

18 fólk úr fakfeløgum og arbeiðsgevarafeløgum eru í einum setanarbólki, sum triðja hvørt ár velur semingsfólk.

 

Fróði Sivertsen, grannskoðari, er nýggjur varasemingsmaður. (Mynd av Facebook-vanga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214