Elisabet Vang: vil røkka Olympiatindunum

Elisabet Vang: vil røkka Olympiatindunum
Elisabet Vang hevur íðkað bikini fitness í fleiri ár, og herfyri rakk hon eitt av sínum stóru málum. Men hvussu er eitt lív, har hørð venjing og kostur spæla høvuðsleiklutin
04.10.2021 - 14:52

Herfyri rakk Elisabet Vang eitt av sínum stóru málum. 

Eftir fleiri ár í amatørkappingum vann 23 ára gamla havnagentan sær pláss millum tey stóru. Hon er nú pro bikini fitness íðkari undir IFBB, International Federation of Bodybuilding and Fitness.

 - Tað hevur tikið mær trý ár at røkka hesum, og við tí í huga, at eg vónandi einaferð kann liva av hesum, er hetta ordiliga stórt fyri meg, sigur Elisabet Vang.

Tey flestu kenna Arnold Schwarzenegger, og onkur kennir kanska aðrar av risastóru muskulmonnunum, sum kappast í bodybuilding, sum er kendasta greinin undir IFBB.

Men aðrar greinir eru t.d. physique, fitness og júst bikini fitness. 

 - Bikini er, har tey flestu byrja, tí vøddavavið er minni og feittprosentið eitt sindur størri. Tey leita eftir eini atletiskari útsjónd, sigur Elisabet Vang, sum í løtuni venur mest bein og akslar.

Tí hon er als ikki komin á mál enn. Í pro-flokkinum er Mr. Olympia-kappingin hin størsta, og Elisabet hevur ætlanir um einaferð at standa á størsta pallinum.

 - Tað er ongin loyna, at tað er higar, eg ætli mær, sigur hon avgjørd, men ásannar, at langt er eftir á mál.

 - Nú skal eg bara standa meg væl í pro-liguni, tí nú ari eg frá at vera tann besti amatørurin til kanska at flóta eitt sindur lægri, greiðir Elisabet Vang frá.

Hon er bert 23 ár, og hevur góða tíð.

 - Eg kann ímynda mær eini 10, 15 ár, og síðan helst arbeiða við fitness eftir tað, so eg havi restina av lívinum, sigur hon og flennir.



 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635