Zelensky: USA vil hava Ukraina og Russland til samráðingarborðið

Zelensky: USA vil hava Ukraina og Russland til samráðingarborðið
Ukrainski forsetin sigur, at Ukraina er til reiðar at samráðast, og samráðingarnar verða kanska vera í Sameindu Arabisku Emiratunum
Donald Trump og ukrainski starvsbróðurin, Zelensky.
Mynd: Tom Brenner/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2026 - 13:21

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, sigur, at USA vil hava Ukraina og Russland til samráðingarborðið at tosa um friðarsamráðingar, og tað skal verða síðst í hesum mánaðinum.

- USA hevur í løtuni samband við Ukraina og Russland, og mælir til fund á tøkniligum stigi millum  USA, Ukraina og Russland seinast í oktober, segði Zelensky í gjárkvøldið.

Hann segði seg hava tosað við amerikonsku semingsmenninar leygardagin.

- Eg váttaði fyri teimum, at vit eru til reiðar og taka undir við hesi skrá.

 

Ógreitt hvar samráðingarnar vera

Ukrainski forsetin nevndi ikki, hvar samráðingarnar vera, men segði, at Ukraina var "opið fyri Sameindu Arabisku Emiratunum ella øðrum landi, sum USA mælir til.”

Emiratini hava áður verið vertur fyri samráðingum, sum USA hevur staðið á odda fyri. Tær skuldu fáa enda á russisku innrásini.

Russland segði í síðsta mánaði, at trílandasamráðingar um at enda kríggið kunnu vera í oktober.

- Vit útihýsa ikki slíkum møguleika, segði talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, tá tað varð kunngjørt, sambært russisku tíðindastovunum RIA og TASS.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775