Fólkatingið verður sett í dag

Fólkatingið verður sett í dag
Klokkan níggju verður gudstænasta í slotskirkjuni á Christiansborg, og nýggja fólkatingssetan byrjar klokkan 11 okkara tíð
Sum siður er, verður farið í kirkju, áðrenn fólkatingið verður sett. Í miðjuni Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
Mynd: RitzauScanpix  
 
05.10.2021 - 08:45

Sum vant fyrsta týsdag í oktober verður fólkatingið sett í dag.

Á middegi danska tíð setur Bertel Haarder fólkatingsfundin.

Bertel Haarder hevur verið longst í fólkatinginum. Hann hevur verið fólkatingslimur í yvir 41 ár.

Setanarrøða og løglisti

Eftir at fólkatingið hevur valt formansskapin og skrivarar, heldur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, setanarrøðuna.

Hon fer eisini at leggja fram listan við lógaruppskotum, sum stjórnin ætlar at leggja fram í tingsetuni.  

Setanarrøðan verður viðgjørd hósdagin. 

Løgmaður við

Fyri tingfundin í dag fara fólkatingslimirnir í Christiansborg Slotskirke til gudstænastu. 

Millum teirra, sum verður á Christiansborg, tá fólkatingið verður sett, er løgmaður. Eisini Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, verður við til setanina. 

Gudstænastan, sum byrjar klokkan níggju okkara tíð, og setanin verða stroymdar á heimasíðuni hjá fólkatinginum.

Sí her.

Christiansborg er flaggskrýtt í dag, nú nýtt fólkatingsár byrjar. (Mynd: RitzauScanpix)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688