Jeff Bezos er ríkasti amerikanari í løtuni

Jeff Bezos er ríkasti amerikanari í løtuni
Tað hevur vakt ans, at fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki er millum ríkastu fólkini í USA
Jeff Bezos hevur verið ríkasti amerikanari seinastu fýra árini.
Mynd: RitzauScanpix  
 
05.10.2021 - 16:24

Jeff Bezos er ríkasti amerikanari í løtuni, sigur Forbes Magazine.

Bezos, sum í 1994 stovnaði nethandilin Amazon, er ovastur á listanum yvir ríkar amerikanarar. Hetta er fjórða árið á rað, at Jeff Bezos er ríkasti persónur í USA. 

Honum á baki koma Elon Musk, Mark Zuckerberg og Bill Gates.

Alice Walton ríkasta kvinnan

Ríkasta kvinna í USA er sambært Forbes Magazine Alice Walton. Hon er dóttir Sam Walton, sum stovnaði handilsketuna Walmart, og er á 12. plássi á listanum hjá Forbes.

400 fólk eru á listanum hjá Forbes Magazine, og 14 prosent av hesum eru kvinnur.

Merkisvert er, at fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki á listanum. Tað er fyrstu ferð í 25 ár, at Donald Trump ikki er millum 400 tey ríkastu fólkini í USA. Heldur ikki kendi sjónvarpsverturin, Oprah Winfrey, telist longur millum tey 400 ríkastu í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133
Týsdag 24. mars
Andakt
206129
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081