IS-mammur við børnum komnar til Danmarkar

IS-mammur við børnum komnar til Danmarkar
Kvinnur, sum eru fongslaðar in absentia, skulu í grundlógaravhoyring í dag
Kvinnurnar og børnini hava hildið til í al-Roj-leguni í Sýria seinastu árini. Nú koma tær fyri rættin í Danmark.
Mynd: Danmarks Radio  
 
07.10.2021 - 08:41

Tríggjar danskar familjur, sum eru fluttar burtur úr norðara partinum av Sýria, lendu í Danmark í nátt.

IS-mammurnar, sum danskir fjølmiðlar rópa tær, hava tilsamans 14 børn, og tey komu øll til flogvøllin í Karup klokkan trý í nátt danska tíð, sigur Danmarks Radio.

Tann eina kvinnan hevur dupultan ríkisborgaraskap, hinar eru báðar etniskt danskar. Níggju av teimum 14 børnunum eru fødd í Danmark, hini fimm eru fødd í Sýra, meðan kvinnurnar hava verið har.

Allar tríggjar fóru sjálvbodnar úr Danmark til Sýria í 2014, og gjørdust partur av Islamskum stati.

Hava hildið til í legu

Síðani Islamskur statur misti valdið, hava kvinnurnar og børn teirra hildið til í al-Roj-leguni, sum er onnur legan í norðara parti av Sýria, sum herbergar familjum hjá dripnum ella tiknum IS-hermonnum.

Í mai avráddi danska stjórnin, at kvinnurnar og børnini skuldu hjálpast aftur til Danmmarkar, tí vandi er fyri trygdini hjá Danmark, um hesi verða verandi í Sýria. Og hetta hendi so í nátt, tá tær tríggjar familjurnar komu aftur til Danmarkar.

Seinni í dag skulu kvinnurnar í grundlógaravhoyring. Tær eru longu fongslaðar in absentia, sum tað eitur. Tað merkir, at tær eru fongslaðar uttan sjálvar at hava verið til staðar, tí tær ikki vóru komnar til Danmarkar tá.

Kunnu fáa trý og fimm ára fongsul

Kvinnurnar eru millum annað skuldsettar fyri brot á eitt ella fleiri brot á ásetingarnar í revsilógini um yvirgang.

Ríkisákærin metir, at kvinnurnar kunnu fáa millum trý og fimm ára fongsulsrevsing hvør, um tær verða dømdar fyri at fara til Sýria, og at verða partur av Islamskum stati.

Sambært Danmarks Radio eru framvegis fýra kvinnur og fimm børn, sum hava danskar røtur, í fangalegum í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970